VEGLEIÐING TIL ÚTTØKUKRAV-SKIPANINA =================================== Hendan vegleiðingin greiðir frá, hvussu úttøkukrav-skipanin verður brúkt. Skipanin hevur tveir høvuðspartar: 1. Almenna síðan Hetta er síðan, sum íðkarar, venjarar og onnur kunnu brúka. 2. Innstillingar Hetta er umsitingarparturin, har bólkar, kappingar, úttøkukrøv, stigskipanir, prosentreglur, tíðarskeið og backup verða umsitin. ALMENNA SÍÐAN ============= Almenna síðan hevur tvær ymiskar funkur: 1. Úttøkukanning 2. Kappingaryvirlit 1. ÚTTØKUKANNING ================ Úttøkukanningin verður brúkt til at kanna, um eitt úrslit hjá einum íðkara er nóg gott til at klára úttøkukrøvini til eina ella fleiri kappingar. Her skrivar brúkarin upplýsingar um íðkaran, og skipanin samanber hesar upplýsingar við úttøkukrøvini í teimum ymisku kappingunum. Brúkarin skal skriva: - Føðiár - Kroppsvekt - Samlað úrslit Út frá hesum upplýsingunum kann skipanin kanna, hvørjar kappingar íðkarin er førur fyri at luttaka í, og um úrslitið er nóg gott til eitt ella fleiri kravstig. Hvussu úttøkukanningin virkar fyri tvídystar kappingar --------------------------------------------------------------- Ein tvídysta kapping er ein kapping, har úttøkukravið er eitt samlað úrslit í kilo. Tá skipanin kannar eina tvídystar kapping, hyggur hon eftir: - føðiárinum hjá íðkaranum - kroppsvektini hjá íðkaranum - samlaða úrslitinum hjá íðkaranum - úttøkukrøvunum í kappingini Fyrst kannar skipanin, um íðkarin er í einum aldri til at luttaka í kappingini. Síðani brúkar skipanin kroppsvektina til at finna tann vektflokk, sum íðkarin hoyrir til ella kann samanberast við. Tá rætti vektflokkurin er funnin, samanber skipanin samlaða úrslitið hjá íðkaranum við úttøkukrøvini í tí vektflokkinum. Um kappingin hevur fleiri kravstig, til dømis A, B, C og Minimum krav, kannar skipanin, hvørji av hesum krøvunum íðkarin klárar. Hvussu úttøkukanningin virkar fyri stig kappingar ---------------------------------------------------------- Ein stig kapping er ein kapping, har úttøkukravið er grundað á stig heldur enn kilo. Tá skipanin kannar eina stig kapping, brúkar hon upplýsingarnar hjá íðkaranum til at rokna eitt stigatal. Skipanin tekur hædd fyri: - føðiárinum hjá íðkaranum - kroppsvektini hjá íðkaranum - samlaða úrslitinum hjá íðkaranum - valdu stigskipanini í kappingini Skipanin kannar eisini, um íðkarin er í rættum aldri til at luttaka í kappingini. Um íðkarin ikki er førur fyri at luttaka í kappingini út frá aldri, verður kappingin ikki víst sum ein kapping, ið íðkarin hevur klárað, sjálvt um stigini annars høvdu verið nóg góð. Fyri stig kappingar samanber skipanin útroknaðu stigini við stigkrøvini í kappingini. Um kappingin hevur fleiri kravstig, til dømis A, B, C og Minimum krav, kannar skipanin, hvørji av hesum stigkrøvunum íðkarin klárar. Dømi: - Skipanin roknar stigini hjá íðkaranum. - Skipanin kannar, um íðkarin er í rættum aldri til kappingina. - Stigini verða samanborin við A, B, C og/ella Minimum krav. - Skipanin vísir bert kappingar, sum íðkarin bæði er førur fyri at luttaka í og hevur klárað krøvini til. Úrslitið í úttøkukanningini -------------------------- Tá brúkarin hevur skrivað upplýsingarnar, vísir skipanin, hvørjar kappingar íðkarin hevur klárað krøvini til. Fyri tvídystar kappingar verður úrslitið grundað á kilo. Fyri stig kappingar verður úrslitið grundað á stig. Skipanin vísir bert tey kravstig, sum íðkarin hevur klára. 2. KAPPINGARYVIRLIT =================== Kappingaryvirlitið er ein onnur funka á almennu síðuni. Her kann brúkarin síggja úttøkukrøvini til allar kappingar, uttan at skriva upplýsingar um ein íðkara. Í kappingaryvirlitinum kann brúkarin: - velja eina kapping - síggja úttøkukrøvini fyri menn og kvinnur til kappingina - síggja kravstigini, sum eru galdandi fyri kappingina Kappingaryvirlit fyri tvídystar kappingar -------------------------------------------------- Fyri tvídystar kappingar vísir kappingaryvirlitið krøv í kilo. Talvurnar vísa: - Vektflokk - Kravstig - Krav Um fleiri kravstig eru vald, verða tey víst í kappingaryvirlitinum. Kappingaryvirlit fyri stig kappingar --------------------------------------------- Fyri stig kappingar vísir kappingaryvirlitið stigkrøv. Stig kappingar vísa kravstig í hesari raðfylgju: 1. A 2. B 3. C 4. Minimum krav Bert tey kravstig, sum eru vald fyri kappingina, verða víst. INNSTILLINGAR ============= Innstillingarnar eru umsitingarsíðan av skipanini. Her ber til at: - stovna bólkar - broyta bólkar - strika bólkar - stovna kappingar - broyta kappingar - strika kappingar - leggja úttøkukrøv inn - broyta úttøkukrøv - velja stigskipanir - seta úttøkutíðarskeið - brúka ávirkan á krøv - brúka prosent reglu - taka backup - lesa backup inn aftur BÓLKAR ====== Bólkar verða brúktir til at skipa kappingarnar. Ein bólkur kann til dømis vera: - Heimsmeistaraheiti - Evropameistaraheiti Bólkar gera tað lættari at halda skil á kappingunum, serliga um skipanin hevur nógvar kappingar. Stovna bólk ----------- Fyri at stovna ein bólk: 1. Far í innstillingar. 2. Vel møguleikan at stovna nýggjan bólk. 3. Skriva heiti á bólkinum. 4. Skriva stutt heiti á bólkinum 5. Skriva navnið á fyrstu kappingini í bólkinum 6. Skriva kappingarárið fyri kappingina 7. Vel slav av úttøkukravi 8. Vel úttøkutíðarskeið, um tað er eitt. 9. Vel Aldursbólk fyri kappingina. 10. Vel hvussu nógv kravstig eru fyri kappingina. 11. Stovna bólkin og kappingina. Tá bólkurin er stovnaður, ber til at leggja fleiri kappingar inn undir bólkin. Broyta bólk ----------- Um innihaldi á einum bólki skal broytast: 1. Far í innstillingar. 2. Finn bólkin. 3. Trýst á broyt knøttin. 4. Broyt upplýsingarnar. 5. Goym broytingarnar. Strika bólk ----------- Ein bólkur kann strikast, um hann ikki longur skal brúkast. Ver varin við at strika bólkar. Áðrenn ein bólkur verður strikaður, eigur tú at kanna, um kappingar eru knýttar at bólkinum. Um ein bólkur verður strikaður, kann tað ávirka kappingarnar, sum hoyra til bólkin. KAPPINGAR ========= Kappingar eru sjálv úttøkukrøvini, sum brúkarin sær á almennu síðuni. Ein kapping kann vera grunda á ein tvídyst ella á stig. Stovna kapping -------------- Fyri at stovna eina kapping: 1. Far í innstillingar. 2. Vel bólkin, sum kappingin skal hoyra til. 3. Vel at stovna nýggja kapping. 4. Skriva navnið á fyrstu kappingini í bólkinum 5. Skriva kappingarárið fyri kappingina 6. Vel slav av úttøkukravi 7. Vel úttøkutíðarskeið, um tað er eitt. 8. Vel Aldursbólk fyri kappingina. 9. Vel hvussu nógv kravstig eru fyri kappingina. 10. Stovna kappingina. Broyta kapping -------------- Fyri at broyta eina kapping: 1. Far í innstillingar. 2. Vel kappingina. 3. Ger neyðugu broytingarnar. 4. Trýst á Goym broytingar. Tað ber til at broyta eina kapping frá at vera ein tvídystar kapping til eina stig kapping, ella øvugt. Tá hetta verður gjørt, skal man kanna, at krøvini framvegis eru røtt og at rætta slagið av krøvum verður brúkt. Strika kapping -------------- Fyri at strika eina kapping: 1. Far inn í kappingina í innstillingunum. 2. Trýst á Strika. 3. Vátta, um skipanin biður um váttan. Ver varin við hesum, tí kappingin verður strikað úr skipanini. GRUNDUPPLÝSINGAR UM KAPPING =========================== Inni á einari kapping í innstillingunum eru fleiri felt og knappar. Kappingarheiti -------------- Hetta er navnið á kappingini. Hetta navnið verður víst á almennu síðuni. Kappingarár ----------- Hetta er árið, sum kappingin hoyrir til. Kappingarárið verður brúkt til at vísa og skipa kappingina rætt. Slag av úttøkukravi ------------------- Her velur tú, um kappingin skal vera: - Tvídystur - Stig Tvídystur verður brúkt, tá krøvini eru í kilo. Stig verður brúkt, tá krøvini eru í stigum. Úttøkutíðarskeið ---------------- Úttøkutíðarskeiðið sigur, í hvørjum tíðarskeiðið tað er møguligt at gera eitt krav til kappingina. Tú kanst seta: - Byrjannar dagfesting - Edaliga dagfesting Um kappingin ikki skal hava úttøkutíðarskeið, kann tíðarskeiðið strikast við Strika tíðarskeið knøttinum. Kravstig -------- Kravstigini siga, hvørji sløg av krøvum kappingin skal hava. Tú kanst velja: - Minimum krav - A - B - C Bert tey kravstig, sum eru vald, verða brúkt og víst. Um tú til dømis bert velur A og B, verða bert A og B víst á almennu síðuni. Ávirkan á krøv -------------- Ávirkan á krøv verður brúkt til at hækka ella lækka krøvini í einari kapping. Hetta kann vera hent, um ein kapping skal hava eitt annað kravstøði enn vanligu krøvini. Dømi: Um ávirkan á krøv verður sett til -5, verða krøvini lækkað við 5%. Um ávirkan á krøv verður sett til +5, verða krøvini hækkað við 5%. Hetta ger, at tú kanst brúka somu grundkrøv, men tillaga krøvini til hvørja kapping. Ávirkan á krøv verður víst sum eitt tal, og kann broytast við plus- og minus-knøppunum ella við at skriva talið beinleiðis. Prosent regla ------------- Prosent regla verður brúkt í tvídystar kappingum. Hon verður ikki brúkt í stig kappingum. Prosent reglan stýrir, hvussu nógv omanfyri ein vektflokk ein íðkari kann viga og framvegis verða samanborin við tann vektflokkin. Dømi: Um prosent reglan er 3%, kann ein íðkari vera upp til 3% omanfyri vektflokkin og framvegis verða kannaður móti tí vektflokkinum. Hetta er hent, tí ymiskar kappingar kunnu hava ymiskar reglur um, hvussu nógv omanfyri ein vektflokk ein íðkari kann vera. Prosent regla verður sett fyri hvørja kapping. TVÍDYSTAR KRØV ===================== Fyri tvídystar kappingar verða úttøkukrøvini skrivað í kilo. Fyri hvørt valt kravstig kanst tú leggja krøv inn fyri: - Menn - Kvinnur Hvør regla í talvuni hevur: - Vektflokkur - Heiti - Krav Vektflokkur ----------- Vektflokkur er tann vektflokkurin, sum kravið hoyrir til. Dømi: - 61 kg - 73 kg - 89 kg Heiti ----- Heiti vísir, hvat kravstig talan er um. Dømi: - A-krav - B-krav - C-krav - Minimum krav Krav ---- Krav er tað samlaða úrslitið, sum íðkarin skal lyfta fyri at klára kravstigið. Dømi: - 180 kg - 220 kg - 260 kg Leggja vektflokkar afturat -------------------------- Tað ber til at leggja fleiri vektflokkar afturat í krøvunum. Fyri at leggja ein vektflokk afturat: 1. Trýst á + vektflokk 2. Skriva vektflokkin. 5. Skriva krav. 6. Goym broytingarnar. Strika vektflokkar ------------------ Hvør vektflokkur hevur ein x-knøtt. Trýst á x fyri at strika ein vektflokk. Hetta kann brúkast, um ein vektflokkur ikki longur skal vera við, ella um ein vektflokkur er lagdur skeivt inn. STIG KRØV ================ Fyri stig kappingar verða úttøkukrøvini skrivað í stigum. Fyrst skal ein stigskipan veljast. Stigskipan ---------- Stigskipanin avger, hvussu úrslitið hjá íðkaranum verður roknað um til stig. Dømi um stigskipanir kunnu vera: - Sinclair - Q-points - Q-masters - GAMX, -M, -A, -U - aðrar stuðlaðar stigskipanir Rætta stigskipanin skal veljast fyri hvørja stig kapping. Kravstig í stig kappingum ---------------------------------- Stig kappingar kunnu eisini hava: - Minimum krav - A - B - C Hetta virkar á sama hátt sum í tvídystar kappingum. Tá tú velur kravstig, koma knøttar fram fyri tey valdu kravstigini. Dømi: - A-krav - B-krav - C-krav - Minimum krav Trýst á hvønn knøtt fyri at skriva krøvini fyri tað valdað kravstigið. Stigkrøv fyri menn og kvinnur ----------------------------- Fyri hvørt valt kravstig skalt tú skriva stigkrøv fyri: - Menn - Kvinnur Tað skal vera eitt virði fyri bæði menn og kvinnur fyri hvørt kravstig, sum er valt. Um A og B eru vald, skulu stigkrøv skrivast fyri bæði A og B. Um eitt valt kravstig manglar stigkrøv, biður skipanin teg skriva tey, áðrenn tú kanst goyma. PLUS- OG MINUS-KNAPPAR ====================== Fleiri feltir hava plus- og minus-knøttar. Hesir kunnu brúkast til at hækka ella lækka virðið. Fyri kg-virði hækkar ella lækkar knøtturin virðið við 1. Fyri stig-virði hækkar ella lækkar knøtturin virðið við 1. Tú kanst eisini skriva talið beinleiðis í felti. GOYMA BROYTINGAR ================ Tá tú hevur gjørt broytingar í einari kapping, skalt tú trýsta á: Goym broytingar BACKUP ====== Backup verður brúkt til at tryggja, at tú ikki missir dáta. Tað er gott at taka backup, áðrenn stórar broytingar verða gjørdar. Backup kann eisini brúkast, um skipanin skal flytast, ella um ein eldri útgáva skal lesast inn aftur. Taka backup ----------- Fyri at taka backup: 1. Far í innstillingar. 2. Finn backup-knøttin. 3. Vel at taka niður backup. 4. Skipanin tekur eina backup-fílu niður. Goym backup-fíluna eitt trygt stað. Skipanin navngevir áðrenn tað verður tikið niður, so tað er lætt at vita, nær backup varð tikið. Dømi: backup-uttokukrov-2026-07-02.json Lesa backup inn aftur --------------------- Fyri at lesa eina backup-fílu inn aftur: 1. Far í innstillingar. 2. Finn møguleikan at lesa inn backup. 3. Vel backup-fíluna. 4. Les fíluna inn. 5. Kanna síðani, at bólkar, kappingar og krøv eru røtt. Ver varin við at lesa backup inn aftur, tí tað kann yvirskriva verandi dáta í skipanini. NÆR ER GOTT AT TAKA BACKUP? =========================== Tað er gott at taka backup: - áðrenn tú leggur nógvar nýggjar kappingar inn - áðrenn tú broytir nógv úttøkukrøv - áðrenn tú strikar bólkar ella kappingar - áðrenn skipanin verður handað víðari - tá ein endalig útgáva er góðkend - regluliga, um skipanin verður brúkt nógv KANNING ÁÐRENN SKIPANIN VERÐUR BRÚKT ALMENT =========================================== Áðrenn skipanin verður brúkt alment, eigur man at kanna: - at allir bólkar eru rættir - at øll kappingarheiti eru røtt - at øll kappingarár eru røtt - at allar kappingar hava rætta slag av úttøkukravi - at tvídystarkrøv eru røtt - at stigkrøv eru røtt - at rætta stigskipan er vald - at kravstigini eru røtt - at bert vald kravstig verða víst - at úttøkutíðarskeið eru røtt - at Ávirkan á krøv er røtt - at Prosent regla er røtt fyri tvídystarbaseraðar kappingar - at kappingaryvirlitið vísir røtt krøv - at úttøkukanningin gevur røtt úrslit - at síðan sær góð út á fartelefon - at backup er tikið GÓÐ RÁÐ ======= - Tak altíð backup áðrenn stórar broytingar. - Lat minst ein annan persón kanna krøvini. - Royn bæði tvídystar- og stig kappingar. - Royn bæði menn og kvinnur. - Royn ymisk føðiár fyri at kanna aldurskrøv. - Royn ymiskar kroppsvektir fyri at kanna vektflokkar. - Kanna almennu síðuna eftir hvørja stóra broyting. - Goym eina endaliga backup-fílu, tá skipanin er góðkend.